Teitur Tausen
Quick Facts
Biography
Teitur Tausen (føddur 27. mars 1991 í Porkeri) er føroyskur fótbóltsleikari, verjuleikari, sum spældi við besta liðnum hjá FC Suðuroy í 2010 í Vodafonedeildini og 2011 í 1. deild, síðan flutti hann til Svøríkis at arbeiða og spældi tí ikki við í 2012. Hann gjørdi 4 mál fyri FC Suðuroy í 2011. Í 2010 skoraði hann 2 mál fyri FC Suðuroy í Vodafonedeildini, tað var í Havn í dystinum móti HB, sum endaði við javnleiki 4-4,tann dysturin varð spældur 1. apríl 2010 og síðan móti B71. Teitur hevur spælt við vaksnamanna deildini VB/Sumba í 2007-2009, áðrenn tað spældi hann við dreingjadeildunum hjá sama felag.
Ársins stjørnuskot 2008
Teitur varð kosin "Ársins stjørnuskot 2008" hjá VB/Sumba. Teitur var tá 17 ára gamal og spældi oftast sum vinstri bakkur. Í heystfrítíðini sama árið var hann til royndarvenjing hjá fótbóltsfelagnum Brøndby í Danmark.[1]