Ria Tórgarð

Faroese actor
The basics

Quick Facts

IntroFaroese actor
A.K.A.Jóhanna Maria Tórgarð
A.K.A.Jóhanna Maria Tórgarð
PlacesFaroe Islands
isActor Screenwriter
Work fieldFilm, TV, Stage & Radio
Gender
Female
Birth1960, Tórshavn
Age65 years
Family
Father:Axel Tórgarð
The details

Biography

Jóhanna Maria Tórgarð, betri kend sum Ria Tórgarð (fødd 1960) er ein føroyskur sjónleikari, leikstjóri, leikrithøvundur og týðari. Hon hevur nomið sær útbúgving á sjónleikara- og leikstjóraskúla Voionmaan Opisto í Finnlandi í 1988. Ria hevur spælt nógvar sjónleikir í Føroyum og lagt røddir til útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur. Harumframt hevur hon eisini leikstjórnað nakrar leikir. Hon hevur starvast sum sjónleikari og leikstjóri á Tjóðpalli Føroya síðan 2000 og sum sjónleikari á Teatur Grugg síðan 2006. Hon er dóttir Axel Tórgarð og abbadóttir H.C.W. Tórgarð. Bæði systir hennara, Súsanna Tórgarð, og beiggi hennara, Hans Tórgarð, eru eisini sjónleikarar. Ria er limur í Leiklistaráðnum.

Leikir, sum Ria Tórgarð hevur spælt ein leiklut

  • The Danny Crowe Show - Tjóðpallurin 2010
  • Café Grugg - Tjóðpallurin 2008
  • Náttarherbergið - Tjóðpallurin 2007
  • Cafe Grugg - Tjóðpallurin 2007
  • Limbo - Tjóðpallurin 2006
  • Ronja Ránsmansdóttir - Tjóðpallurin 2005
  • Momo - Tjóðpallurin 2005
  • Fótur í Hosu - Gríma 2001
  • Krypilin úr Inishmaan - Gríma 2000
  • Móðir Sjeystjørna - Gríma 2000
  • Várkabarett - Gríma 1999
  • Vitavørðurin - Gríma 1999
  • Dreymur Jóansøkunátt - Gríma 1998
  • Oliver Twist - Gríma 1997
  • Á krabbasvalanum - Gríma 1997
  • Grumma Grimhild - Gríma 1997
  • Gøtan - Gríma 1996
  • Húsið hjá Bernardu Alba - Gríma 1995
  • Snati - Gríma 1994
  • Glataðu spælimennirnir - Gríma 1993
  • Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni - Gríma 1991
  • Antigone - Gríma 1989

Harafturat hevur hon lagt røddir til ymsar útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur.

Leikrit og/ella leikstjórn

  • Oliver Twist eftir Charles Dickens, 2014 (leikstjórnaði)
  • NordOst - Torsten Buchsteiner, Tjóðpallurin, 2008
  • Í Óðamansgarði, Dánjal Hoydal og Sunleif Rasmussen - Tjóðpallur Føroya og Norðurlandahúsið, 2006 (leikstjórnaði)
  • Momo
  • Føroyingasøga (einasti leikari), ljóðmynd: Edvard Nyholm Debess, leikstjórn: Súsanna Tórgarð
  • Ginu Søgur, Eve Ensler - Leikhúsið Gríma 2002 (leikstjórnaði)
  • Shirley Valentine (leikstjórnaði)
  • Eitt ross og annað (leikstjórnaði)

    Keldur

    Slóðir úteftir

    The contents of this page are sourced from Wikipedia article. The contents are available under the CC BY-SA 4.0 license.