Hans Andrias Jacobsen
zanger
Hans Andrias Jacobsen er ein føroyskur sangari og tónleikari úr Klaksvík. Í desember 2012 vann hann heiðursløn sum Ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards hjá Miðlahúsinum. Hann syngur fólka og blues tónleik. Hans Andrias er ein av limunum í Grandma's Basement, sum eisini hevur vunnið eina Planet heiðursløn á Planet Awards 2010, teir vunnu í bólkinum Ársins sangur, við sanginum "Hon fær ongantíð nokk". Hans Andrias framførdi á Summarfestivalinum í 2012 og í 2013.