Bjarki Thomsen
Faroese film director
Intro | Faroese film director | |
Places | Faroe Islands | |
is | Film director Film producer Cinematographer | |
Work field | Film, TV, Stage & Radio | |
Gender |
|
Bjarki Thomsen er ein føroyskur myndamaður, filmsleikstjóri, filmsframleiðari og tónaskald. Hann gjørdist kendur sum tann ið tók upp á film, meðan augusturin á Hvalastøðini við Áir brast 26. november 2013. Tey fáu sekundini, tá hvalurin brast nærmast beint í andlitið á lívfrøðinginum Bjarna Mikkelsen, sum rann avstað, hava ferðast kring allan heimin og eru sæð av nógvum milliónum fólkum. Bjarki arbeiðir sum freelance upptøkumaður fyri Kringvarpið, sum henda dagin, tá ið hvalurin brast. Hann hevur eisini gjørt reklamufilmar, tónleikavideo, kunnandi filmar um heilsu, ferðavinnufilmar o.a. Í 2011-12 gjørdi hann stuttfilmin Ongin konflikt, sum varð frumsýndur í Montenegro 25. oktober 2012.